Countrykonsert í Løkshøll 9. mai

(Ljóðsamrøða) Hallur Joensen hevur boðið G. Thomas til Føroya

Føroysku countrysangararnir trívast væl í Løkshøll í Runavík, og fríggjakvøldið 9. mai verður enn ein countrykonsert í Løkshøll.

 

Tað er Hallur Joensen, sum hevur boðið G. Thomas til Føroya. G. Thomas syngur við á fløguni hjá Halli, sum eitur "With stars and legends". Onnur føroysk countrynøvn taka eisini lut á fløguni.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Hall Joensen um konsertina.