Í kvøld verður ein sonevnd countrykonsert í Ebenezer við kórsangi og solistum. Tað er sangkórið í Ebenezer, sum skipar fyri konsertini. Á skránni eru mest nýggir sangir, sum kórið hevur vant seinastu tíðina og einstakir sangir, ið kórið hevur sungið seinastu árini. Nógv av løgunum eru í modernaðum countrystíli.
Í fleiri av sangframførslunum syngja eisini solistar saman við kórinum m.a. Brita og Jóannes á Váli og Jóhanna Rasmussen.
Felagssangur verður eisini á skránni á konsertini sum byrjar kl. 20.