Countrybrak í Vestmanna

Bátastevnan í Vestmanna byrjar við einum countrybraki í annaðkvøld.

Bátastevnan í Vestmanna byrjar við einum countrybraki í annaðkvøld, har Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Halleluja Sofus og lokali Magni Christiansen fara á palli.

 

- Tey fara at framføra bæði kend eginløg, gomul og kend løg og nýggj løg.

 

Tey, sum standa aftan fyri bátastevnuna í Vestmanna, siga, at økið letur upp klokkan 17, og tá verður eisini møguleiki at keypa sær okkurt til matna.

 

Sjálvt countrybrakið við kendu nøvnunum byrjar klokkan 19.30.