Nøkur av okkara allar best dámdu country nøvnum fara á pall í Dansifrøi 2. jólakvøld, og Mr. Rót & Rútma, Petur Roach vendur plátum.
Evi Tausen, Hallur Joensen, Jens Marni Hansen, Halleluja Sofus og Magni Christiansen er nokk til at fáa flestu country fjepparar at lata seg í cowboy stivlarnar og fara av húsum. Tey hava hvør í sínum lagi sett sín dám á føroyskt country, og hava selt hópin av fløgum.
Halleluja Sofus er tann av teimum, ið er nýggjasta stjørnan. Hóast tað eru nógv ár, síðan hann gjørdist fólkaogn við sínum leikluti sum pápin í sanginum “Tað var ein lítil genta” hjá Mirjam og Vanju, so er tað seinastu mánaðirnar, at Sofus er farin at upptraðka undir egnum navni, og hann er sera væl umtókur.