Á middegi spældi Atletico Madrid ímóti Getafe í sponsku fótbóltskappingini La Liga. Heimaliðið skoraði tíðliga í dystinum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Atletico sigurin við máli til 2-0.
Álopsspælarin Diego Costa, sum nú aftur umboðar spanska høvuðsstaðarfelagið, skoraði málið til 2-0. Tað var hann so fegin um, at hann rann aftur um málið og út til áskoðararnar at fegnast. Nógvir áskoðarar luttóku í fagnaðinum.
Tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí tá ið hann kom á vøllin aftur, gav dómarunum hon gult kort fyri tað. Frammanundan hevði Costa fingið gult kort, og so noyddist málskjúttin so nakkalangur fara av vøllinum við reyðum korti.
Getafe hótti ongantíð av álvara Atletico, hóast teir spældu 11 móti 10 seinasta fjórðingin av dystinum. Atletico vann 2-0 og liggur næstfremst í La Liga, teir eru seks stig aftan fyri Barcelona, sum hevur spælt ein dyst færri.