Costa og Mourinho eru enn vinir

Hóast Diego Costa herfyri tveitti ein vest eftir José Mourinho, so eru viðurskififtini ímillum harrarnar kortini góð.

Chelsea hevur higartil havt eitt vanlukkuligt kappingarár, har serliga avrikini og úrslitini í Premier League hava verið út av lagi vánalig. Hetta kom seinast til sjóndar, tá ið uppflytararnir úr Bournemouth í vikuskiftinum fóru heim við sigri frá Stamford Bridge. Sum eitt plástur á sárið hevur tað tó gingið betri hjá Chelsea í Champions League, har felagið í gjárkvøldi vann seg víðari í bólki sínum við at vinna 2-0 ímóti FC Porto.

 

Ein av mongu Chelsea-leikarunum, ið ikki hava hildið støðið frá seinasta kappingarári, tá ið Chelsea bleiv meistari, er Diego Costa. Málini hava ikki verið mong í tali, og eisini fekk hann leikbann fyrr í hesum kappingarárinum, tá ið hann hevði víst svínskan og mannminkandi atburð í einum dysti ímóti Arsenal. Í dysti í Premier League herfyri ímóti Tottenham sat Diego Costa á bonkinum í øllum dystinum, og hetta bleiv hann so firtin yvir, at hann tveitti ein vest við kós ímóti Jose Mourinho. Vesturin rakti tó ikki Mourinho.

 

Sambært bretska og álítandi Sky Sports er tó ongin køld luft ímillum umstríddu harrarnar báðar.

 

- Eg gjørdi ein feil, men Mourinho og eg finna væl útav tí, og hava vit tað gott saman. Ein er noyddur at stýra sær sjálvum í slíkum støðum, men tveitingin av vestinum var ein bráðhugsin gerð, sigur Diego Costa sambært Sky Sports.

 

Diego Costa hevur skorað fýra mál í hesum kappingarárinum.