Costa-manning ákærd fyri óviljað manndráp

SKIPAFERÐSLA: Fimm av manningini á ferðamannaskipinum Costa Concordia verða fongslaðir eftir skipsvanlukkuna, sum kostaði 32 fólkum lívið.

Fongsulsrevsingin er millum 10 mánaðir og tvey ár fyri óviljað manndráp.

Teir fáa hesa revsingina fyri leiklut teirra, tá skipið við 4200 fólkum umborð rendi á land í januar mánaði í fjør í nánd av Toscana.

Allir hava játtað sína ábyrgd fyri vanlukkuni, og fingu tí eina heldur mildari revsing.

Størstu revsingina fekk kreppusamskiparin hjá reiðarínum, Costa Crocieres. Hann er ákærdur fyri at hava seinkað bjargingini, í eini roynd at forða fyri at umdømið hjá reiðarí'inum minkaði. Hann skal í fongsul í 34 mánaðir.

Dómarnir verða sagdir, samstundis sum rættarmálið ímóti skiparanum er byrjað.

Hann er skuldsettur í trimum punktum: óviljað manndráp, oyðilegging av umhvørvinum og fyri at fara av skipinum, áðrenn øll ferðafólkini vóra bjargað. Miðlarnir hava longu eyknevnt hann ”kujón-skiparin”, orsakað av hesum.

Rættarmálið móti skiparanum byrjaði mikudagin. Verjin heitti á ákærumyndugleikarnar um eisini at minka um revsing hansara. Men hesum noktaði høvuðsákærin fyri.