iLaks í Noregi skrivar, at virusótti sendir laksaprísirnar niður eftir - fjórðu viku á rað. Nú er stórlaksurin - laksur, sum vigar seks kilo og meira - bíligari enn hin smærri laksurin, sum er mest seldi vektflokkur.
- Ein ræðulig vika. Tað er fjálturstungin stemningur.
Tað sigur ónevndur norskur útflytari við iLaks, sum rópar marknaðin ”friðarligan”.
Útflytarin vísir á, at allar flogbíleggingar vóru pakkaðar og koyrdar á flogvøllin, men tá vóru flogruturnar avblástar. - Hetta gav eitt tap, sum nærkaðist teimum 15 krónunum (dk) fyri kilo. Vit mugu bara bíða og kunnu ikki taka váðan.
Útflytarin sigur við iLaks, at stórlaksurin hevur fingið ein smell, sum hann tekur til.
Tað er minkandi eftirspurningurin og negativu ringvirkningarnir av corona-virusinum, sum er stóra samtaluevnið í laksavinnuni í dag. - Marknaðurin er ógvuliga ótryggur, og eftirspurningurin millum viðskiftafólk minkar.
Norski útflytarin vísir á, at fólk fara ikki í sama mun út á matstovur meira, og hetta er ikki bara galdandi fyri Kina. - Eitt nú siga finnlendingar, at talið av fólki á teirra matstovum er minkað við einari helvt. Sama er í Onglandi.
Ónevndir innflytarar av laksi siga eisini, at fólk stúra fyri smittu.
iLaks Norska skrivar, at eftir øllum at døma verða størri nøgdir av alifiski í løtuni vendar móti evropeiska marknaðinum. - Seljarar av stórum laksi, sum sóu prísir heilt upp ímóti teimum 73 krónunum (dk) hálvan annan mánaða á rað, hava eisini sæð ljósið slóknað, sum hann tekur til.
Útflytarar, sum iLaks hevur skift orð við, leggja aftrat, at tað verður meira av stórlaksi frá viku fýra á hvørjum ári. - Tað er tó eingin orsøk til at missa mótið, hóast laksurin leggur seg á 43-44 krónur (dk) fyri kilo, tí laksamarknaðurin er hóast alt rættiliga sterkur, leggur útflytarin aftrat.
iLaks hevur sett upp eitt yvirlit yvir, hvussu heimasíðan metir, at laksaprísirnir hjá norskum útflytarum verða í hesi vikuni, og her eru prísirnir umroknaðir til danskar krónur:
• 3-4 kg 44,00 krónur
• 4-5 kg 44,80 krónur
• 5-6 kg 45,50 krónur
• 6+ kg 43,00 krónur
Í yvirlitinum sæst, at tað er hin størsti laksurin - 6+ - sum eisini er hin bíligasti av øllum fýra flokkunum. Orsøkin er, at tað serliga er hesin laksurin, sum nú hevur trupult við at náa út á teir marknaðir, sum eftirspyrja henda fiskin, ið bestur prísur vanliga fæst fyri.
Í Sosialinum í dag verða føroyskir alarar spurdir, hvussu teir meta útlitini á marknaðinum, nú corona-virus ger um seg, serliga í Kina. Ótti er eisini í øðrum londum, og líkt er til, at færri fara á matstovur, tí tey stúra fyri smittu.