Tað er nógv, sum bendir á, at tað nýggja corona virus, sum nú er farið at ganga, er ikki líka vandamikið, sum onnur corona virus hava verið.
Tað sigur Heilsustýrið í Danmark og her verður hugsað um Sars, sum gekk fyrst í hesi øldini, og MERS, sum gekk fyri nøkrum árum síðani.
Í hesum sambandi vísir Heilsustýrið á, at nógv av teimum í Evropa, sum eru smittað, eru ikki vorðin serliga sjúk av tí.
Tey leggja afturat, at tá ið tey kortini eru sett í karantenu, er tað fyri at forða fyri smittuspjaðing og ikki tí at tey hava verið so sjúk, at tað hevur verið neyðugt at leggja tey inn á sjúkrahús.
Samstundis leggja tey dent á, at skeivir upplýsingar, og misskiljingar, kunnu elva til óneyðugan ótta og at fjáltur kemur á fólk
Hinvegin leggja tey afturat, at smittan breiðir seg framvegis skjótt í Kina og tað fær miðstøðina fyri smittuspjaðing í Evropa, til at herða tilbúgvingina.
Fyri at forða fyri at smittan breiðir seg, verður størsti dentur lagdur á at finna tey, sum eru smittað og at fáa tey isolerað sum skjótast, og somuleiðis at finna fram til tey, sum tey hava havt samband við.
Men tey meta framvegis, at vandin fyri at hetta nýggja corona-virussið fer at gera um seg um okkara leiðir, eru ógvuliga lítil.