Corona: Útseta stórt tiltak at savna pengar saman

Tað er ikki ráðiligt at fylla Norðurlandahúsið av fólki til endamálið, siga fyrireikararnir

Tað er nú greitt, at eisini stóra tiltakið, har endamálið varð at savna pening saman til frama fyri krabbamein í Føroyum verður av ongum á hesum sinni.

Tiltakið, Føroyar móti krabba,  skuldi verða í Norðurlandahúsinum 28. mars, men nú er gjørt av at útseta tað, skrivar Norðurlandahúsið.

Fyrireikararnir halda ikki, at ráðiligt er at skipa fyri so stórum og umfatandi tiltaki í løtuni, tá ið vandi er fyri, at corona smittan kann breiða seg millum øll tey, sum eru við í tiltakinum.

Tað er eisini stórur vandi fyri, at Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið, verða løgd lamin, tí at ein stórur partur av teirra arbeiðisfólki er savnað til tiltakið, og eru í vanda fyri at verða smittað, siga tey.

Enn er einki upplýst um, nær tiltakið so verður.