Allur ítróttur kring landið eigur at verða avlýstur hesar næstu vikurnar.
Tað er boðskapurin frá Ítróttarsambandinum í morgun.
– Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at at v erða útsett, fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.
Hesa áheitan sendir hon ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona
– Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Vísa vit samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu, sigur forsetin í ÍSF.
– Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
Fleiri upplýsingar í sambandi við hetta tíðindaskriv fáast frá
Petur Mittún, aðalskrivara í ÍSF, á telefon 218284.