Corona: Nú verður ávarað ímóti at ferðast til nøkur støð í Spania

Fleiri lond og øki eru nú komin yvir listan á londum, sum ávarað verur ímóti

 

Í gjárkvøldið løgdust nkur øki afturat listanum yvir øki, sum myndugleikarnir ávara ímóti at ferðast til.

Í hesum sambandi verður mælt frá øllum óneyðugum ferðum til Ísrael, og til Vestara Áarbakka og Eystur-Jerusalem í Palsetina.

Men nú eru eisini nøkur støð í Spanua komin upp á listan afturat. Tískil verður mælt frá øllum óneyðugum ferðum til Madrid, og til landspartarnar, La Rioja og Baskaralandið í Spania, har Bilbao helst er tann býurin, føroyingar kenna best.

Áður hava tey mælt frá at fara til Hubei landspartin í Kina, yvirhøvur, umframt til Iran og til Gyeongbuk landspartin, og býin, Daegu í Suðurkorea.

Síðani hava myndugleikarnir eisini mælt til at halda seg burtur frá seks landspørtum í Norðuritalia. Talan er um landspartarnar , Emilia-Romagna, Lombardí, Piemonte, Veneto, Marche og Valle d'Aosta.

Nú er eisini Eysturríki komin á vandalistan, tí har verður mælt frá at fara til feriuplássið, Iscgi, í Tyrol, har tað er vældámt at fara at standa á skí. 

Heilsumyndugleikarnir mæla teimum, sum hava verið í hesum økjunum, og sum eru komin heim aftur síðani 2. mars, um at fara í sóttarhald í tvær vikur.

Men fólk, sum arbeiða í heilsuverkinum, ella á ellis- og røktarheimum og á stovnum, har fólk eru, sum eru veik, SKULU fara í sóttarhald í tvær vikur.

Umramt hasar seks landspartarnar í Italia, sum mælt verður frá at fara til yvirhøvur, verður eisini mælt frá at fara til hinar partarnar av Italia, uttan so at tað er neyðugum ørindum.

Og umframt Iscgi í Eysturríki, har tað verður mælt frá at fara, verður samstundis eisini mælt frá at fara til aðrastaðir í Tyrol uttan tað er neyðugt at fara.

Annars er øll restin av heiminum komin á tann gula listan. Tað merkir, at myndugleikarnir mæla ikki frá at ferðast, men mælt verður til at vísa størsta varsemi, sama hvar í verðini, leiðin gongur.