Føroyar eru í undataksstøðu, eftir at landsstýrið hósdagin setti viðfevnd tiltøk í verk fyri at tálma corona-smittuna í samfelagnum. Fleiri onnur lond kring Europa hava tikið líknandi stig – at lata skúlar og stovnar aftur, at sam- og flogferðsla verða avmarkað, at fólk verða send heim at arbeiða og í sóttarhald og annað.
Skulu tiltøkini herðast, er eitt veruligt útgongubann upplagt stig at taka. Tað heldur Allan Randrup Thomsen, professari í virusfrøði á Københavns Universitet.
– Tiltøkini, sum, nú eru gjørd, eru neyðug og komu í tøkum tíma, men tálma tey ikki útbreiðsluna av corona-smittuni nóg nógv, verður neyðugt at herða tiltøkini, og tað kann gerast við einum veruligum útgongubanni, sigur Allan Randrup Thomsen við Weekendavisen.
– Útgongubann kann verða næsta stig, og tað verður sera hart fyri okkum øll, men í grundini kunnu vit væl liva við tí. Politiskt er tað ikki bert ein spurningur um at tálma smittuspjaðingina, men eisini um at fáa undirtøku frá fólkinum fyri átøkunum, sigur hann.
Allan Randrup Thomsen heldur, at skulu tiltøkini hjá myndugleikunum hava neyðuga effekt, er neyðugt, at fólk taka undir við teimum og gera, sum sagt verður.
– Eg ivist í, um undirtøka er fyri einum útgongubanni júst nú, men tað kann koma hartil, um tiltøkini, sum eru sett í verk, ikki tálma smittuspjaðingina nóg nógv, sigur Allan Randrup Thomsen við Weekendavisen.