Ein Havard-professari í umfarssjúkum, amerikumaðurin, Marc Lipsitch, heldur, at nýggja corona-virusið fer at raka fleiri enn 40 prosent av heimsins íbúgvum, men norski Fólkaheilsustovnurin heldur ikki, at tað fer at enda so galið.
- Tað mest hugsandi er, at virusið ikki fer at lata seg steðga, sigur amerikanski professarin við heimasíðuna The Atlantic. Hann heldur, at komandi árið verða eini 40-70 posent av heimsins íbúgvum smittaði við virusinum.
Kristin Greve-Isdahl Mohn, yvirlækni, sum arbeiðir við umfarssjúkum á Universitetinum í Bergen og Haukeland sjúkrahúsinum, heldur tað ikki vera óhugsandi, at eini 40 prosent av fólkinum fara at fáa corona-virusið.
Hon vísir á, at ein stórur partur av norska fólkinum fekk svínakrím í 2009, og at eini 10-20 prosent av fólkinum á hvørjum ári fáa influensu, sum herjar ávísar árstíðir.
- Eitt virus, sum smittar ógvuliga lætt og ikki er so deyðiligt, spreiðir seg skjótt og meira effektivt. Vit hava lært nógv tær seinastu vikurnar, og júst soleiðis sær tað út við nýggja corona-virusinum, sigur Kristin Greve-Isdahl Mohn.
Fleiri enn 80.000 eru smittað í heimshøpi, harav umleið 2400 av teimum smittaðu eru uttan fyri Kina. 2698 fólk eru deyð, harav 33 eru deyð uttan fyri Kina – og sjey í Evropa, sambært evropeiska fyribyrgingarráðnum, ECDC.
Fakstjórin í smittuverju hjá norska Fólkaheilsustovninum, Frode Forland, heldur ikki, at nýggja corona-virusið fer at spreiða seg til 40-70 prosent av heimsins íbúgvum, soleiðis sum Havard-professarin vísir á.
- Eg haldi, at hetta ljóðar heilt órímiligt, sigur hann við VG. Fakstjórin vísir á, at minni enn eitt prosent av íbúgvunum í Wuhan í Kina eru smittað, og tá tað er her, at útbrotið byrjaði, dugir hann ikki at síggja, at virusið fer at raka heimin so ógvusliga.
Frode Forland vísir á, at talið av smittaðum er minkandi – ikki bara í Hubei landslutinum, har Wuhan er størsti býur – men eisini í øðrum landslutum í Kina.
- Hetta er eitt tekin um, at umfarssjúkan ikki verður so ógvuslig. Tó eru vit ørkymlað av, at útbreiðsla av virusinum er í fleiri londum, hóast deyðstíttleikin her er minni enn í Kina, sigur fakstjórin í smittuverju í norska Fólkaheilsuráðnum.
##med2##