Corona: Danmark eitt av av londunum sum er ringast fyri

Upp á seg er støðan í Danmark nú verri enn hon er í Kina

 

– Nú er Danmark eitt av teimum londunum í heiminum, sum er allarharðast rakt av corona-smittuni.

Tað skrivar Berlingske Tidende á síni heimasíðu í dag. Blaðið skrivar, at fyri 15 døgum síðani var smittan ikki staðfest í Danmark, men nú eru so nógv smittað í Danmark, at Danmark nú  er 12. plássi av øllum teimum 120 londunum í verðini, har smittan er staðfest. Og tað er hóast tað ikki búgva meiri enn slakar seks milliónir fólk í Danmark.

Men verður talið á smittaðum sett eftir milliónum av íbúgvum, sæst at Danmark er á topp-10 listanum yvir lond við flest smittaðum, tí nú eru yvir 600 smittað fólk í Danmark.

Berlingske hevur gjørt ein lista, yvir, hvussu nógv eru smittað í ymsum londum fyri hvørja millión av íbúgvum.

Og hann sær soleiðis út.

1. San Marino: 1.847 smittað pr. mio. íbúgvar

2. Ísland: 234 smittað pr. mio. íbúgvar

3. Italia: 207 smittað pr. mio. íbúgvar

4. Suðurkorea: 152 smittað pr. mio. íbúgvar

5. Bahrain: 126 smittað pr. mio. íbúgvar

6. Noreg: 117 smittað pr. mio. íbúgvar

7. Iran: 108 smittað pr. mio. íbúgvar

8. Danmark: 106 smittað pr. mio. íbúgvar

9. Qatar: 95 smittað pr. mio. íbúgvar

10. Sveis: 76 smittað pr. mio. íbúgvar

11. Kina: 58 smittað pr. mio. íbúgvar

12. Svøríki: 48 smittað pr. mio. íbúgvar

13. Spania: 48 smittað pr. mio. íbúgvar

14. Frakland: 34 smittede pr. mio. íbúgvar

15. Eysturríki: 28 smittað pr. mio. íbúgvar

Allur heimurin: 16 smittað pr. mio. íbúgvar

Tað er merkisvert, at Kina liggur so langt niðri á listanum, men tað er tí, at nógv tey smittaðu eru í landspartinum, Hubei, har tað búgva 59 fólk, ella góð fýra prosent av fólkatalinum í Kina.