Gølan um seinnu finaluna í Copa Libertadores heldur fram. Eftir at bussurin hjá Boca Juniors bleiv álopin undan seinnu finaluni, bleiv dysturin útsettur. Fyrst í tveir tímar, og síðani í ein dag. Eftirfylgjandi bleiv finalan so útsett til óbestemta tíð.
Les eisini: Finalan útsett - lupu á buss
Nú hevur Suðuramerikanska fótbóltssambandið kunngjørt, at seinna finalan ikki verður spæld á heimavøllinum hjá River Plate, men á uttanveldaðum vølli ú øðrum landi. Hetta vil Boca Juniors ikki góðtaka, tí felagið vil hava sigurin uttan dyst, tí Boca Juniors bleiv dømt at tapa, eftir ófrið í samband við dyst móti júst River Plate í 2015.
- Vit eru ikki í stand til at spæla finaluna og vilja ikki spæla hana. Vit fordømi, sum talar okkara søk. Fáa vit ikki viðhald, so fara við víðari við sakini og kæra, sigur Daniel Angelici, forseti í Boca Juniors við tíðindastovuna AS.
Les eisini: Finalan aftur útsett
Fyrra finalan millum argentinsku arvafíggindarnar endaði við javnleiki 2-2. Hetta er fyrstu ferð, at Boca Juniors og River Plate møtast í finaluni í Copa Libertadores. Ein finalan, sum bleiv mett sum ein dreymafinalan, men er enda sum ein gøla.










