COP16 kann fara fyri bakka

ST-veðurlagsráðstevnan COOP16, sum er í Meksiko, endar í dag, og eygleiðarar bera ótta fyri, at ráðstevnan kann fara í upploysn, soleiðis at hon endar úrslitaleys. Connie Hedegaard, veðurlagskommiserur hjá ES, sigur við danska kringvarpið, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, um einki kemur burturúr.

-Teir næstu tímarnir fara at vísa, um altjóða skipanin og ST eru før fyri at handfara altjóða avbjóðingina, sum stendur fyri okkum, sigur kommiserurin við DR. Danski veðurlagsráðharrin, Lykke Friis, er samd við Connie Hedegaard.

Eins og á COOP15-ráðstevnuni í Keypmannahavn stendur stríðið millum tey ríku londini øðrumegin og komandi búskaparstórveldi sum Kina, India og Brasil hinumegin.