Cometa, sum sigldi á ein flúr í gjáramorgunin, er komin av aftur. Seinasta nýggja, sum Portalurin hevur frætt, er, at skipið júst hevur lagt til bryggju í Fredrikstad. Heimasíðan www.skipini.com veit at siga, at farmaskipið Cometa nú er komið av aftur flúrinum, sum skipið endaði uppi á tíðliga í gjáramorgunin.
Cometa siglir undir FAS og er soleiðis skrásett í Føroyum.
Tað var danski sleipibáturin Fenja, sum saman við øðrum hálaði skipið av aftur.
Eingin av manningini fekk skaða, tá tilburðurin hendi.
Dagføring:
Nú klokkan 16.45 upplýsir Master M/V Nordvik fyri Portalinum, at Cometa júst hevur lagt til bryggju í Fredrikstad.