Comedy Zoo í Mentanarhúsinum mikukvøldið

Stórsligið og vælumtókt Comedy Zoo-umfar við Brian Mørk og Lasse Rimmer verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið.

Í samband við mentanardagarnar í Fuglafirði í døgunum, 8.-14. september, verður skipað fyri stórslignum og vælumtóktum Comedy Zoo-umfari við Brian Mørk og Lasse Rimmer (Redder Verden) í Mentanarhúsinum mikukvøldið 10. september klokkan 19.


Hergeir Eldevig, samskipari av mentanardøgunum, sigur, at hetta verður seinasta sýningin á Comedy Zoo-tourné'ini í 2014, har bestu skemtararnir í Danmark hava ferðast land og ríkið runt og hava lagt fólk skerfløt við teirra stand-up showi.

 

- Við Brian Mørk og Lasse Rimmer hálar Comedy Zoo tær heilt stóru kanónirnar innan danskt stand-up fram. So, lagt er upp til eitt undirhaldandi og minniligt kvøld, sigur samskiparin.

 

Aftrat stand-up í serflokki verður á tiltakinum í Mentanarhúsinum eisini tónleikur við fuglafjarðarlegenduni, Niels Midjord og Ólavi Højgaard frá Vestmonnum á skránni.

 

- Aftur við skemti og tónleiki verður eisini borðrreitt við lættari tvírættari matarskrá við lokalari rávøru frá reiðarínum Framherja. 

 

Hergeir Eldevig sigur, at atgongumerki til hetta kvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði eitt nú kunnu keypast hjá Haraldsen og hjá FK í Fuglafirði.