»Columbia« var útslitin

Longu fyri tveimum árum síðani ávaraði ein av serfrøðingunum hjá amerikansku rúmdarumsitingini um, at rúmdarferjan »Columbia« var útslitin. Í fjør bað NASA um pengar til umvælingar, men politikararnir lurtaðu ikki

Columbia-vanlukkan
Árni Joensen:

Seinastu tvey árini hava bæði rúmdarumsitingin NASA og stjórnin í Washington fingið fleiri ávaringar um, at vandi var fyri einari vanlukku við einari av teimum amerikansku rúmdarferjunum.
Ein av teimum, sum ávaraðu um vandan fyri einari vanlukku, var verkfrøð-ingurin Don Nielson, sum var við til at gera ta amerikansku rúmdarferjuverkætlanina.
- Skulu vit sleppa undan einari vanlukku sum henni við rúmdarferjuni »Challenger« í 1986, mugu vit taka neyðug stig alt fyri eitt. Tann alt ov tunga og útslitna »Columbia« má takast úr flúgving beinanvegin, segði Don Nielson í einari av sínum ávaringum. Men leiðslan í NASA lurtaði ikki eftir Don Nielson, hóast hann hevði arbeitt hjá rúmdarumsitingini í ellivu ár og havt ein týðandi lut í júst rúmdarferjuverkætlanini.
Kortini treyt ikki við øðrum ávaringum. Í 1999 mátti NASA útseta eina ferð hjá »Columbia«, tí brek vóru við einum brennievnistanga. Sama ár máttu allar ferðir hjá rúmdarferjuni »Discovery«, sum er av sama slagi sum »Columbia«, avlýsast, tí menn komu fram á fleiri brek við terri elektrisku skipanini.
Í august í 2000 avdúkaði ein kanning ikki færri enn 3.500 brek í elektrisku skipanini umborð á »Columbia«. Í oktober sama ár mátti ein ferð hjá ferjuni avlýsast, tí vandi var fyri spreinging í einum av brennievnistangunum, tá ferjan skuldi skjótast út.

Skerd játtan
Fyri einum ári síðani staðfesti leiðslan í NASA, at neyðugt var at útvega umsitingini meiri pengar til viðlíkahald av útgerðini á jørðini og rúmdarferjunum. Undir einari hoyring í kongressini í apríl ávaraði leiðarin fyri trygdardeildini hjá NASA politikararnar um, at vandi var fyri einari vanlukku í rúmdini.
Richard Bloomberg fanst undir hoyringini hvassliga at kongresslimunum, tí teir høvdu skert játtanina til NASA, og hann ávaraði um, at hetta fór at koma trygdini við rúmdarferjunum í vanda.
- Hugsanir mínar siga mær, at halda vit fram á hendan hátt, fáa vit fyrr ella seinni eina vanlukku, segði trygdarovastin hjá NASA í kongressini. Og hann legði afturat:
- Øll tey árini, eg havi verið uppi í okkara rúmdarverkætlanum, havi eg ongantíð stúrt so nógv fyri trygdini hjá rúmdarferjunum, enn eg geri nú.
Eftir vanlukkuna við rúmdarferjuni »Challenger« í 1986 varð avgjørt at steðga øllum ferðum við rúmdarferjunum í tvey ár. Hesi árini setti NASA trygdina í hásætið, og á heysti í 2000 bað tann serliga rúmdarnevndin hjá kongressini NASA gera ferjurnar uppaftur tryggari. Fyri einum ári síðani staðfesti trygdarumsitingin hjá NASA so, at hon hevði bøtt um trygdina, men at tað bar til at gera ferjurnar uppaftur tryggari, fekk NASA tann neyðuga peningin. Men politikararnir valdu kortini at skerja játtaina til rúmdarumsitingina.
Pengarnir, sum NASA bað um, skuldu nýtast til at endurnýggja ta gomlu útgerðina í Houston og Florida og at gera ábøtur umborð á rúmdarferjunum. Hetta seinna hevur ligið á láni, tí tað vísti seg at vera ógvuliga dýrt at umvæla »Columbia«.
Nú er ov seint.