Colorama í nýggjum hølum

Handilin Colorama í Saltangará letur í morgin klokkan 10 upp í nýggjum og stórum hølum í bygninginum, har Vøruhúsið áður helt til. Í morgin klokkan 10 kann Petur Gaardlykke, sum eigur handilin Colorama í Saltangará, bjóða sínum viðskiftafólkum nógv størri og betri umstøður, enn hann áður hevur kunnað gjørt.

Colorama hevur leigað seg inn í báðar hæddirnar í bygninginum, har Vøruhúsið áður helt til.

- Vit hava nú sett hølini í stand, og í morgin klokkan 10 lata vit upp, sigur Petur Gaardlykke.

Hann vísir á, at nýggju hølini í Saltangará eru umleið seks ferðir so stór, sum tey gomlu vóru.

- Eg veit ikki, nær rætta løtan er til at taka eitt slíkt stig, men vit hava so valt at gera tað nú, sigur hann.

Nýggju hølini hjá Colorama eru ljós og nosslig.

- Vit hava málað, reinsað gólv, og vit hava eisini fingið okkum meiri ljós í handilin, soleiðis at vørurnar síggjast betri. Dentur er lagdur á snøggar, ljósar og reinar linjur, sum Petur Gaardlykke tekur til.

Í niðaru hæddini er máling, gólv og tapet - og í ovaru er eitt nú gardintoy, seingjarklæði og stórt úrval av ymiskum gávulutum.

Colorama hevur opið í morgin frá klokkan 10-17.