Pierluigi Collina, sum í fleiri ár varð mettur sum heimsins besti dómari, ferðast nú kring allan heimin og heldur fyrilestrar fyri stjórum og leiðarum. Og hann heldur, at hesir hava nógv at læra av royndunum hjá altjóða fótbóltsdómarum. – Virðing hevur alt at siga. Tú kanst ikki standa teg væl, uttan at tú hevur virðing frá viðskiftafólkunum ella fótbóltsspælarunum. Endaliga málið hjá einum dómara er at verða góðtikin, tí tá verða mistøkini tað eisini. Og hetta er akkurát tað sama, sum er galdandi fyri ein virkisleiðari, sigur Collina.