Fleiri av allar bjartastu tónleikastjørnunum fóru í 2016. Nevnast kunnu nøvn sum Prince, David Bowie og nú á jólum George Michael.
Fríðálvur Jensen, ið er kendur sum tónleikaummælari dylir ikki fyri, at hetta hevur merkt tónleikaárið 2016.
Tað er eisini millum hesar farnu stjørnurnar, at hann finnur sítt uppskot til ársins lag og útgávu.
- Tað er ongin ivi um, at fyri meg stendur “You Want It Darker” (bæði lag og fløga) hjá Leonard Cohen stendur best og tryggast eftir hjá mær í 2016. Bæði tí, at eg siti við ein tryggari, inniligari og sera væl frágingnari útgávu og ikki minst, at Leonard andaðist beint eftir, at hava lagt hetta meistaraverkið úr hondum, sigur Fríðálvur Jensen.
Innan føroyskan tónleikaheimin hevur hann valt at halda seg til tvær av stóru songkvinnunum. Árins sang eigur Lena Andersen, meðan Eivør eigur ársins útgávu.
- Mítt boð til besta føroyska lagið í 2016 er “Oh Brother With The Broken Wing” hjá Lenu Andersen, tí tað so inniligt og fylt við dugnaskapi, og var tað eisini eitt sera skilagott val, at júst hetta lagið á “Eagle In The Sky” varð upptikið live, sigur Fríðálvur Jensen.
- Besta føroyska útgávan í 2016 er “At The Hearth Of A Selkie” hjá Eivør, tí øll uppsetingin og tað heila er bara so væl frágingið OG STÓRT – í góða samstarvinum millum Eivør, DR Big Band og DR Vokalensamble, sigur hann.