Clinton útnevndi Obama og vardi hann

Fyrrverandi forsetin Bill Clinton útnevndi í nátt formliga Barack Obama forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum í USA. Clinton var høvuðsrøðari á landsfundinum í nátt, og hann varð stórliga fagnaður.

Í røðuni vardi Bill Clinton búskaparpolitikkin hjá Barack Obama. Hann segði, at Obama hevur ikki skyldina av teirri truplu búskaparstøðuni, sum USA er í, tí Obama arvaði ein búskap, sum var í stórum trupulleikum, tá hann tók við.

-Hann forðaði fyri einum skrædli og fór undir at venda gongdini og legði grundarlagið undir ein nútímans búskap, sum fer at skapa milliónir av arbeiðsplássum, blómandi fyritøkur og fleiri nýggj vælferðartiltøk, segði fyrrverandi forsetin.

Tá Bill Clinton var liðugur við røðuna, kom Barack Obama upp á pallin, og fagnaðurin var óførur, skriva tíðindastovurnar.