Eftir ætlanini lendir leiguflogfarið hjá Atlantsflog við Clinton í Vágum um 11-tíðina
Meldingarnar um, nær Bill Clinton skal lenda í Vágum, hava verið ymiskar. Tað seinasta er, at hann kemur klokkan 11. Tó er rættiliga ivasamt, um hetta heldur.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, sum er staddur í Íslandi, segði við útvarpið klokkan níggju, at Bill Clinton varð væntaður í Keflavík um 10-tíðina. Síðani skal hann í eitt leiguflogfar hjá Atlantsflog. Tað tekur á leið ein tíma at flúgva úr Keflavík til Vágar.










