Bill og Hillary Clinton hava tjent næstan eina hálva milliard krónur tey seinastu sjey árini Síðani Bill og Hillary Clinton fóru úr Hvítu Húsunum, hava tey bæði tjent 109 milliónir dollarar ella 474 milliónir krónur.
Tað er serliga hann, sum hevur havt góða inntøku hesi árini. Í samsýningum fyri røður og fyrilestrar hevur hann fingið 51 milliónir dollarar, og fyri bókina ?Mítt lív? fekk hann góðar 23 milliónir dollarar.
Hesi átta árini hava Clinton-hjúnini goldið 33 milliónir dollarar í skatti, og tey hava latið 10 milliónir dollarar til vælgerandi endamál.
Tølini eru úr einari uppgerð, sum Hillary Clinton hevur almannakunngjørt, eftir at Barrack Obama herfyri almannakunngjørdi síni inntøku- og skattaviðurskifti.










