Clifford heldur føðingardag í Fuglafirði

Hesar seinastu dagarnar hevur 61 ára gamli bretski evangelisturin, Clifford Edwards ferðast kring oyggjarnar við stóra dupultdekkara sínum. Í morgin vitjar hann í Fuglafirði. Clifford hevur hitt ein hóp av fólki, eins og ein hópur av fólki hevur verið umborð á bussi hansara til eina samrøðu.

Fyrr í mánaðinum sendi hann av sínum eintingun eitt eintak av Lukas-evangeli?inum út í hvørt hús í landinum.

Í morgin, 27. juli verður Clifford 62 ár, og hetta ætlar hann at markera við lít í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Byrjað verður seinnapartin við filmssýningum fyri børnini, og seinni verður so sjálvt føðingardagshaldið í Mentanarhúsinum, har fólk eru vælkomin til ein drekkamunn og ein køkubita.

Hava fólk áhuga á at vita, hvør hesin maðurin er og hvønn kristnan boðskap hann boðar, er Mentanarhúsið eitt stað til hetta.