Cliff Richard undir ilgruna fyri pedofili

Kendi sangarin er undir ilgruna fyri at hava havt seksuelt samband við smádrong einaferð í áttatiárunum.

Gaffa.dk veit í kvøld at siga, at húsarannsókn hevur verið heima hjá Cliff Richard í Berkshire, tí ilgruni er um, at Cliff Richard hevur havt eitt seksuelt samband við ein smádrong einaferð í áttatiárunum. BBC verður endurgivið fyri at siga, at lutir eru tiknir úr heiminum hjá sangaranum, men enn er ongin handtikin.

 

Tann 73 ára gamli Cliff Richard var ikki við hús undir húsarannsóknini, men hildið verður, at hann er í Portugal.

 

Cliff Richard hevur sent út soljóðandi tíðindaskriv:

 

Í mánaðir havi eg verið vitandi um ákærur móti mær um óhóskandi atferð, sum hava sveimað on-line á alnetinum. Ákærurnar eru púra ósannar. Higartil havi eg valt ikki at svara, tí hetta hevði bert vakt størri ans. Hinvegin gangi eg útfrá, at tað kemur í miðlarnar, at húsrannsókn uttan ávaring er framd í mínum heimi. Eg eri ikki í Stórabretlandi í løtuni, men samstarvi sjálvsagt av fullum huga, um løgreglan ynskir tað. Tað er óhóskandi at siga meira, enn at ákærurnar eru so púra uttan hald í veruleikanum, og velji eg ikki at siga meira, áður enn løgreglan er liðug við sínar kanningar.