Clickhaze hitar White Flag

Tá amerikanski bólkurin White Flag kemur til Føroya í næsta mánað, verður tað Clickhaze, sum fyrst fer á pallin. Føroyski bólkurin skal nevniliga hita upp fyri White Flag á konsertunum í Gøtu

Clickhaze verður bólkurin, sum hevur fingið heiðurin at hita upp fyri amerikanska punk pop bólkin, White Flag, sum kemur til Føroya í næsta mánað.
Tvær konsertir verða á skránni við White Flag. Onnur í Gøtu og hin í Klaksvík.
Clickhaze hevur ikki spælt alment síðani tey vóru í Íslandi í oktober mánað, og tað er upp aftur longri síðani tey hava spælt alment í Føroyum.
Í Íslandi hevði bólkurin okkurt nýtt tilfar á skránni, og hetta tilfarið er enn ikki framført í Føroyum. Hetta og okkurt annað nýtt tilfar verður vantandi framført fyri fyrstu ferð í Føroyum til hesar konsertir. Jón Tyril, gittarspælari í Clickhaze sigur:
? Eg haldi, at tað er sera spennandi at spæla við einum slíkum bólki, sum er mannaður við fleiri kanónum úr amerikanska tónleikalívinum. Tað er ikki hvønn dag, at tú sleppir hetta í Føroyum. Hetta kann eisini verða við til at skapa góð sambond tann vegin. Harafturat, er Losjan, eftir mínum tykki tað besat spælistaðið í landinum, og vit hava eisini góðar royndir við at spæla í Klaksvík, so eg gleði meg.
Konsertirnar verða í Losjuni í Gøtu fríggjakvøldið 13. desember klokkan 22.30 og í Borgini í Klaksvík, leygardagin tann 14. desember klokkan 24.00. Atgongumerkini kosta 150 krónur, men ert tú limur í Grót ella Sjey00, kosta tey 125 krónur.