Claus útvístur í sigri

Blackpool vann seinnapartin dyst í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Blackpool spældi á heimavølli ímóti Birmingham og vann 2-0.

 

Bæði málini hjá Blackpool vórðu skotin í fyrra hálvleiki.

 

Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen spældi við í dystinum, men eitt korter fyri leiklok fekk hann reyða kortið.