Claus spældi fulla tíð

Claus Bech Jørgensen spældi allar 90 minuttirnar, tá ið Coventry mánadagin spældi venjingardyst á ferð sínari í USA. Claus skuldi annars seljast til annað felag í summar, men hann heldur fram í Coventry, og hann hevur spælt við í fleiri av venjingardystunum undan nýggja kappingarárinum. Coventry spældi mánadagin ímóti Haloswen Town, og teir taptu 3-1. Coventry kom á odda, men misti so takið á dystinum. Claus Bech Jørgensen hevði ein gyltan kjans at skora, tá ið støðan var 2-1, men hann misnýtti góða tilboðið.