Týskvøldið spælir enska felagið Blackpool steypadyst ímóti Norwich. Dysturin er í siðvandu FA Cup kappingini, og hetta er ein umdystur. Fyrri dysturin millum Blackpool og Norwich endaði við javnleiki, og í annaðkvøld skal tað gerast av, hvør fer víðari í kappingini. Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum hjá Blackpool, og hann hevur veruliga nakað at stríðast fyri, tí mótstøðuliðið í næsta umfarinum verður meistaraliðið Chelsea.