Claus Bech Jørgensen gjørdi skjótt av, tá ið felag hansara, Blackpool, spældi í triðbestu ensku fótbóltsdeildini leygardagin. Tað vóru bert farnir átta minuttir av dystinum ímóti Scunthorpe, tá ið Claus skoraði. Støðan var 2-1 til Blackpool í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki skoraði Blackpool eitt mál afturat. Blackpool liggur á fjórða plássi í League One og hevur framvegis møguleikan at vinna sær uppflyting til næstbestu deildina.