Claus Bech Jørgensen var ikki partur av liðnum henda dagin, tá Blackpool møtti Aldershot, sum er uttanfyri ensku liguskipanini. Claus var sjúkur, og tí bar ikki til hjá honum at spæla. Liðfelagarnir hjá Claus megnaðu tó at vinna dystin 4-2, og sostatt eru teir komnir víðari til 4. rundu av FA Cup. Í gjár var lutakast til 4. rundu, og her gjørdist greitt, at Blackpool á heimavølli tekur ímóti Norwich, sum spælir eina deild omanfyri liðið hjá Claus.