Claus: Nú má tað verða fult gass ímóti Fraklandi

(Rás2) Hondbóltsviðmerkjarin, Claus Rasmussen heldur, at føroyska liðið skal gloyma HM-dystin ímóti Ungarn skjótast møguligt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen í samrøðu við Rás2 taka samanum avrikið ímóti Ungarn, og hyggja fram ímóti HM-áttandapartsfinaluni ímóti Fraklandi, sum verður leikt mikudagin klokkan 14.

 

Claus Rasmussen heldur, at føroyska liðið skal gloyma avrikið ímóti Ungarn skjótast møguligt. Hann sigur seg síggja, at tað var ein frustrerandi uppliving við einum kanska ikki ov góðum dómara, men hann heldur, at føroyska liðið skal bara leggja dystin afturum seg.

 

Um stóru uppgávuna, HM-áttandapartsfinaluna ímóti Fraklandi mikudagin sigur Claus, at nú eigur føroyska liðið at geva tí fult gass ímóti Fraklandi. Hetta er seinastu ferð spælararnir spæla á ungdómslandsliði, og nú mugu teir bara geva alt í teimum seinastu dystunum.