Claus legði upp til mál hjá Blackpool

Týskvøldið spældi Blackpool dyst í League 1, sum triðbesta enska fótbóltsdeildin eitur. Blackpool spældi á heimavøllinum Bloomfield Road ímóti Chesterfield, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Blackpool kom á odda eftir ein góðan hálvan tíma, tá fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen sendi bóltin inn í høvdið Simon Gillet, sum stútaði í málið. Í seinna hálvleiki javnaði Chesterfield. Claus var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Blackpool liggur á 22. plássi í deildini, har 24 lið spæla við.