Claus Hjort leggur Løkke undir at syndra bláa blokk

Lars Løkke Rasmussens er orsøkin til ein syndraðan blokk, heldur Claus Hjort Frederiksen, fólkatingsmaður fyri Vinstra.

 

Tað er fyrrverandi Vinstra-forsætisráðharri Lars Løkke Rasmussen, sum er orsøkin til spjaðingina á bláa blokki, eftir at hann »á harðrendan hátt« kom við hugskotinum um stjórnarsamstarv tvørtur um miðjuna til síðsta fólkatingsval.

Tað sigur fólkatingsmaðurin og fyrrverandi ráðharrin Claus Hjort Frederiksen úr Vinstra í samrøðu við Berlingske.

– Eg skal ikki dylja, at tað eftir mínum tykki er Lars Løkke, sum hevur skapt óskilið, sum er í bláa blokki. Tað gjørdi hann í endaspurti sínum í valstríðnum, tá hann breyt allar brýr til tey borgarligu.

Tað var ikki endiliga tað, sum Lars Løkke segði – meira mátin, sum hann gjørdi tað uppá, heldur fyrrverandi ráðharrin.

Við fólkatingsvalið í 2019 vóru útlit til ein bláan blokk í Danmark, sum umframt teir vanligu flokkarnar eisini kundi koma at rúma Nye Borgerliga, Kristendemokraterne, Partiet Klaus Riskær Pedersen – sum í dag verður nevnt Borgerlisten – og flokkin hjá Rasmus Paludan, Stram Kurs.

– Um tað var so, at vit fingu eitt fólkating, sum var lammað, kundu tað givið meining. Men tað kundi bara verið sagt á ein annan hátt. Tað var ikki neðyugt at bróta allar brýr til borgarligu flokkarnar, sigur Claus Hjort Frederiksen.

Táverandi forsætisráðharrin og formaður í vinstra, Lars Løkke Rasmussen, tveitti eina bumbu í valstríðið í 2019, tá hann skjeyt upp, at flokkur hansara skuldi skipa stjórn tvørtur um miðuna við honum sjálvum sum forsætisráðharra.

– Eg eri komin til ta niðurstøðu, at um Vinstra fær størri undirtøku í morgin, so fari eg at brúka alla orku mína og allar royndir mínar at vita, um ikki tað fer at bera til at skipa eina stjóran við ábyrgdarfullum royndum flokkum tvørtur um miðjuna, segði hann undan valinum.

Og sjálvt um næstarformaðurin hjá teimum Radikalu, Martin Lidegaard, var hugtikin av hugskotinum, segði formaðurin hjá teimum Konservativu, Søren Pape Poulsen, at flokkur hansara fór ikki at taka av eini slíkar innbjóðing til eitt samstar millum Vinstra og Javnaðarflokkin.

/ritzau/