TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við hondbóltsviðmerkjaran og hondbóltsvenjarin, Claus Rasmussen aftaná søguliga 31-28 sigurin hjá føroyska U21 manslandsliðnum ímóti Chile í HM-endaspælinum, sum er í Algeria í hesum døgum.
Claus, sum eisini er pápi Teis Horn Rasmussen, sum spælir við U21 landsliðnum hugdi saman við fleiri øðrum fólkum eftir dystinum á trappuni í Vágsbotni í dag, og hann var sera lættur tá dysturin var liðugur, at talan gjørdist um ein føroyskan sigur ímóti Chile.
Claus Rasmussen heldur, at hóast føroyska liðið ikki spældi sín besta dyst, at teir ungu mennirnir vístu, at teir megna at stríða seg úr mótgongdini.
Claus Rasmussen heldur, at tað riggaði best við einari 6-0 verju hjá føroyska liðnum, og hann heldur, at í álopspartinum hilnaðist tað væl hjá føroyska liðnum.
Claus Rasmussen sigur, at føroyska liðið má verða til reiðar til tað skjóta suðurkoreanska spælið, sum teir koma at møta hóskvøldið klokkan 20, og avtalur mugu gerast, sum mugu halda til tann dystin.