ONGLAND
Leygardagin varð føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen rikin av vøllinum, tí hann hevði nýtt neyðbremsuna. Mánadagin varð gjørt av, at reyða kortið skuldi kosta leikbann í tveir dagar.
Fyrri parturin av leikbanninum varð avgreiddur týskvøldið, og seinni parturin verður avgreiddur í vikuskiftinum. Týskvøldið vitjaði Coventry City í Ipswich.
Í fjør taldist Ipswich millum tey feløgini, sum kappaðust um at flyta upp. Tað miseydnaðist, og fyrsta partin av hesum kappingarárinum hevur tað ikki hilnast nakað serligt hjá Ipswich, ið er á tólvta plássinum - fimm stig frammanfyri Coventry.
Týskvøldið bendi alt fyrstu longu løtuna á, at Ipswich skuldi fáa fult, og at Coventry einki skuldi fáa. Ipswich var á odda 2-0, og í hálvleikinum var 2-1. Í 2. hálvleiki javnaði Coventry. Stigið bar við sær, at Coventry framvegis er dygst omanfyri niðurflytingar strikuna.
Í vikuskiftinum skal Coventry aftur - uttan Dlaus Bech Jørgensen - spæla á útivølli. Ta ferðina verður tað í Leicester.