Coventry tapti um vikuskiftið 3-1 ímóti Plymouth í næstbestu ensku deildini. Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var eykamaður til dystin, men tá ið Coventry var komið aftur um 3-0, royndi venjarin Micky Adams at venda dystinum og skifti tríggjar nýggjar spælarar inn. Teirra millum vóru Claus Bech Jørgensen og veteranurin Dennis Wise. Útskiftingin munaði nakað. Dennis Wise fekk gult kort aftaná 40 sekund og lítla løtu seinni skoraði hann til endaliga úrslitið 3-1.