Claus er imponeraður av føroyska avrikinum

(Rás2) Hoyr hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum avrikið ímóti Fraklandi í HM-áttandapartsfinaluni

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu Rás2 gjørdi við hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen aftaná minniligu HM-áttandapartsfinaluna millum Føroyar og Frakland, sum hondbóltsrisin, Frakland vann tepurt 28-25.

 

Claus Rasmussen sigur, at hann er einki minni enn imponeraður av tí góða føroyska avrikinum. Og hann heldur, at føroyska liðið skoraði nógv ótrúliga góð mál.

 

Claus Rasmussen heldur ikki, at nakar føroyskur spælari kann takast framum nakran annan, tá ein skal taka samanum góða avrikið ímóti sera sterka franska liðnum. 

 

Nú ræður um at byggja uppá hesa framgongdina og fáa fleiri hondbóltsspælarar at spæla uttanlands, so landsliðini kunnu gerast enn sterkari, slær Claus Rasmussen fast.