Tað skrivar Coventry Telegraph.
33 ára gamli vongleikarin, ið hevur leikt 10 landsdystir fyri Føroyar, er ein av seks leikarum, ið eru leysgivnir av Championshipfelagnum.
The Blackpool Gazette skrivar, at 33 ára gamli Claus Bech Jørgensen er stórsti profilurin, ið er fallin fyri øksini hjá Ian Holloway, eftir at hann hevur leikt júst 100 dystir fyri felagið.
Claus Bech Jørgensen hevur áður spælt við Coventry City, har hann millum 2003 og 2006 leikti 52 dystir og skoraði seks mál.
Hvagar leiðin síðan gongur fyri Claus, verður einki sagt um.