Í farnu viku høvdu vit eina samrøða við hálva føroyingin, Claus Bech Jørgensen, sum spælir í enska 1.deildarfelagnum Bradford. Tað hevur gingið rættiliga væl hjá hálva føroyinginum í Bradford í ár, og Bradford leikarin er í løtuni mest skorandi danski leikarin uttanfyri Danmark.
Ikki nokk við tí, hann hevur í løtuni eisini eitt met í enskum fótbólti. Claus Bech Jørgensen hevur stotið mál í átta teimum síðstu útidystunum hjá Bradford, og tað hevur ongin gjørt undan honum í enskum fótbólti. 26 apríl leikar Bradford aftur útidyst, og tá hevur Claus Bech Jørgensen møguleika at betra um metið hjá sær.











