Clare fekk sjógv og "total black out"

Ein tyrla stóð tilbúgvin í Hetlandi mánanáttina at koma manningini umborð á Clare til hjálpar, men eingin maður fór av skipinum.
Um 11-tíðina gjáramorgunin hevði Smyril Line ikki havt beinleiðis samband við skipið, tí samskiftisútgerðin virkar ikki, men eftir øllum at døma hevur manningin tað gott eftir umstøðunum.
<DPTAB>    - Avrátt verður nú, hvagar skipið skal sleipast, sigur Kári Durhuus á Smyril Line.

Illveður
Fyrrapartin í gjár visti fjølmiðlaráðgevin hjá Smyril Line, Kári Durhuus, ikki nágreiniliga at siga, hvussu støðan var umborð á farmaskipinum, Clare, sum seinnapartin sunnudagin fekk ein stóran sjógv í illveðrinum, einar 90 fjórðingar í ein landnyrðing úr Peter Head.
Veðrið var ringt á leiðini, einar 20-25 metrar um sekundið av landsynningi eystri og í løtunum uppí 30 metrar um sekundið. Aldan var millum 6 og 7 metrar høg.
Kári sigur, at tað hevur ikki eydnast Smyril Line at fáa samband við skipið, tí samskiftisútgerðin virkar ikki. Einasta samskifti, skipið hevur havt, hevur verið WHF?urin, og hann hoyrist ikki so langan veg.
Sum skilst, er tað ikki fyrr enn sleipibáturin, Balder Viking úr Aberdeen, kom á staðið stutt fyri midnátt sunnukvøldið, at Smyril Line umvegis MRCC í Føroyum fekk nakað serligt at vita um, hvussu støðan var umborð á Clare.

"Total black out"
- Alt bendir á, at sjógvurin, sum Clare hevur fingið, hevur elvt til maskinskaðan og hevur gjørt brúgvaútgerðina óvirknað. Hugsandi er tí, at rútar eru farnir á brúnni, og at sjógvur er komin at tólunum, men hetta hava vit ikki fingið váttað enn, sigur hann.
Kári veit at siga, at Clare fekk tað, sum rópt verður, "total black out", har einki virkar, hvørki maskinur ella tól.
- Bæði høvuðsmotorur og ljósmotorar steðgaðu, sigur hann.
Eftir at sjógvurin hevði rakt Clare, og maskinur og tól vórðu vorðin óvirkin, sendi
skipið út neyðarkall.
Tvey oljuhjálparskip komu á staðið og lógu har, til sleipibáturin, Balder Viking,
var á leiðini stutt fyri midnátt sunnukvøldið.
Veðrið var framvegis ringt, men nakað eftir midnátt eydnaðist manningini á Balduri at fáa fýra trossar umborð, sum skulu nýtast til sleip.
Tá ið vit tosaðu við Kára Durhuus gjáramprgunin um 11-tíðina, var sleipingin ikki byrjað.
- Eg veit ikki rættiliga, hví sleipingin ikki er byrjað, men eg trúgvi, at tað hevur nakað við veðrið at gera, og hvagar best er at fara við skipinum, soleiðis sum líkindini eru.

Tyrla tilbúgvin
Sum skilst, hevur støðan hjá manningini umborð á Clare ikki verið nakað serlig í øllum illveðrinum, tí mánanáttina stóð ein tyrla tilbúgvin í Hetlandi at koma manningini til hjálpar, um tað skuldi verið neyðugt.
Tá ið skipið hevði fingið sjógvin, var vandi fyri, at tað kundi reka á ein boripall, sum var einar 10 fjórðingar burturi, men tann vandin er av, nú trossar eru umborð á Clare, og sleipibátur og onnur skip eru á leiðini.
Spurdur, um nakar mansskaði hendi, tá ið skipið fekk sjógvin, sigur Kári, at tað heldur hann ikki.
- Vit hava ikki havt beinleiðis samband við skipið enn, men manningin er framvegis øll umborð, og soleiðis sum vit hava skilt, veit eftir umstøðunum væl við hjá teimum øllum, sigur hann.
18 mans eru umborð á Clare, sum var á veg til Danmarkar. Farmurin er 63 trailarar. Skipari er føroyingurin, Dánjal Lydersen. Allir hinir av manningini eru úr Litavia.