City vann uttan Gunnar

Tað byrjaði annars illa hjá Matron Fulop, sum stóð í málinum hjá Manchester City, tí longu aftaná eitt korter var mál komið ígjøgnum. Stewart Downing fann norðmannin í Aston Villa álopinum, John Carew, ið sparkaði bóltin ímillum beinini á Fulop í Manchester City málinum.

 

Beint fyri hálvleik vendi Manchester City dystinum. Fyrst gjørdi Stephen Warnock brotsspark, ið Carlos Tevez umsetti til mál. Lítla løtu seinni var gali í Aston Villa verjuni. Adam Johnson kom at standa leysur í brotssteiginum og spældi ein púra frían Emmanuel Adebayor, sum legði Manchester City á odda.

 

Í seinna hálvleiki royndi Aston Villa at trýsta, men Manchester City vóru allatíð vandamiklir uppá mótálop. Tað var uppá eitt slíkt, at Craig Bellamy skoraði til endaligu støðuna 3-1 til Manchester City.

 

Premier League úrslit í dag:

 

Birmingham - Burnley 2-1

Manchester City - Aston Villa 3-1

Portsmouth - Wolverhampton 3-1

Stoke - Everton 0-0

Tottenham - Bolton 1-0