City vann Super Cup – Pep ikki glaður

Super Cup: Manchester City vann í gjár evropisku Super Cup móti spanska Sevilla, men venjarin var ikki bara glaður

Manchester City vann í gjár eftirbrotssparkskapping móti Sevilla í UEFA Super Cup, sum er dysturin millum Champions League vinnararnar og Europa League vinnararnar.

 

Tað var annars Sevilla, sum kom á odda í fyrra hálvleiki. Youssef En-Nesyri stútaði eitt millimetur neyvt innlegg frá argentinska heimsmeistaranum á vinstra bakki, Marcos Acuna. Seinnnevndi verður í løtuni settur í samband við Premier League og Aston Villa.

 

Manchester City legði í seinna hálvleiki eitt stórt trýst á Sevilla, men sponsku Europa League vinnararnir svaraðu aftur við skjótálopum. Tað endaði við at ungi Cole Palmer stútaði eitt innlegg í málið til 1-1. Hann væntast at fáa ein størri leiklut í ár.

 

Í brotssparkskappingini blivu níggju tey fyrstu brotsspørkini sparkaði í málið. Eftir stóð Nemanja Gudelj hjá Sevilla, sum sendi bóltin í tvørstongina. Nú manglar bara HM fyri lið, so hevur Manchester City vunnið øll steypini á ovastu rók.

 

Eftir dystin var venjarin hjá Manchester City, Pep Guardiola, ikki bara glaður. Spottandi takkaði hann Premier League fyri, at Manchester City skal spæla aftur longu leygardagin – og ikki sunnudagin ella mánadagin. Manchester City skal spæla móti Newcastle.