Manchester City er í FA Cup finaluni fyri fyrstu ferð síðani 1981. Einsamalla málið í dystinum skoraði Yaya Toure, meðan Paul Scholes fekk beinleiðis reytt kort. Manchester City viðhaldsfólk skulu minnast heilt aftur til 1976, fyri at kunna gleðast um eitt gullheiðursmerki, tá felagið vann Liga Cup. Nú eu teir ljósabláu úr Manchester bara ein sigur frá at vinna FA Cup.
Manchester United var betri fyrsta hálva tíman og skuldi Dimitar Berbatov helst havt lagt Manchester United á odda longu eftir seks minuttir. Men fyrst vardi Joe Hart í málinum hjá Manchester City fyri og í aðru atløgu fór bólturin upp um. Ikki fyrr enn seinasta korterið í fyrra hálvleiki kom Manchester City fyri seg og hótti, tó uttan úrslit.
Seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal, tá Yaya Toure avgjørdi dystin. Manchester United miðvallarin, Michael Carrick, var óansin og avleveraði bóltin beint fyri føturnar á Yaya Toure. Hann settur beina kós móti málinum og við høgra beini legði hann Manchester City á odda.
Møguleikin hjá Manchester United at aftur í aftur gjørdist verri, tá Paul Scholes fekk beinleiðis reytt kort. Hann taklaði Pablo Zabaleta á lærið og viðmerkjari hjá ITV1 var ikki í iva um at reyða kortið var í ordan. Hetta er reyða kort nummar 9 hjá Paul Scholes í Manchester United troyggjuni.
Tað sum eftir var av dystinum megnaði Manchetser United ikki at trýsta grannarnar, sum nú eru í eini FA Cup finalu fyri fyrstu ferð síðani 1981.
Eftir dystin varð roka á vøllinum, har Mario Balotelli kom í hornatøk við onkrar av Manchester United leikarunum.
FA Cup hálvfinala:
Manchester City ? Manchester United 1-0
1-0 Yaya Toure, 52
Reytt Kort: Paul Scholes, 72
Bolton - Stoke (Í morgin kl: 16:00)