City vann eitt stig

West Ham líktist leingi einum vinnara, men móti endanum eydnaðist Manchester City at vinna sær eina stigið í torføra útidystinum

Seinasti Premier League dysturin sum var á skránni í dag ímillum West Ham og Manchester City endaði við javnleiki. Úrslitið av dystinum var 2-2, eftir at West Ham í báðum førunum hevði verið á odda.

 

West Ham legði seg á odda longu í fyrsta minutti, tá Enner Valencia skoraði fyri West Ham.

 

Tíggju minuttir seinni eydnaðist tað tó Manchester City at javna, tá Sergio Aguero umsetti brotsspark til mál, soleiðis at støðan var 1-1.

1-1 var eisini hálvleiksstøðan í dystinum.

 

Í seinna hálvleiki var tað aftur West Ham sum legði seg á odda. Eftir eitt heldur tilvildarligt innkast, sum sá út til at vera heilt ófarligt, eydnaðist tað Enner Valencia at slíta seg leysan av Manchester City verjuleikaranum, Nicolas Otamendi, soleiðis at hann legði West Ham á odda 2-1. Nicolas Otamendi, sum Manchester City keypti fyri omanfyri 300 milliónir seinasta summar, sá ikki alt ov gott út í tí støðuni.

 

Tað sá eisini leingi út til at West Ham skuldi fáa ein uppibornan sigur, men móti endanum vildi Manchester City tað øðrvísi. Og einaferð enn var tað stóra stjørnan á liðnum hjá Manchester City, Sergio Aguero, sum javnaði fyri útiliðið.

 

Javnleikurin flutti ikki stórvegis fyri hvørgan av feløgunum. Manchester City er trý stig aftanfyri oddaliðið Leicester, meðan West Ham liggur á sætta plássið – eitt stig aftanfyri Manchester United á fimta plássið, og seks stig aftanfyri Tottenham á fjórða plássinum.

 

 

West Ham – Manchester City 2-2 (1-1)

1-0 Enner Valencia, 1.

1-1 Sergio Aguero (Brotsspark), 9

2-1 Enner Valencia, 56.

2-2 Sergio Aguero, 81.