Seinastu árini er mangan sæð, at tá ið Manchester City skal finna fólk til álitissessir í leiðsluni, venjarar av ymsum slagi ella leikarar, so ber altíð til at finna fólk í Arsenal. Emmanuel Adebayor, Kolo Touré, Gael Clichy og Samir Nasri eru dømi um leikarar, hava skift London út við Manchester. Fyrrverandi Arsenal-leikarin David Platt var eisini hjálparvenjari hjá Manchester City frá 2010-2013, og frá 2011-2015 hevði ein tann størsta kempan í Arsenal av teimum øllum, Patrick Vieira, ymsar leiklutir í leiðsluni í Manchester City.
Nú hevur Manchester City funnið sær enn ein mann úr Arsenal. Tó eru tað nokk fáir Arsenal-fjepparar, ið gráta sorgartár um, at viðkomandi maður er farin úr felagnum.
Talan er um 34 ára gamla spaniólan, Mikel Arteta, ið framyvir skal vera hjálparvenjari hjá Manchester City. Arteta kom til Arsenal í 2011 og gjørdi ein góðan figur tey fyrstu árini, men seinastu árini hevur hann snøgt sagt ikki havt støði til at spæla við einum av fremstu liðunum í Premier League.
- Eg havi notið fimm framúr góð ár í Arsenal, men eg gleði meg til avbjóðingina í Manchester City. At arbeiða saman við Pep Guardiola er ein møguleiki, ið ikki kemur á hvørjum degi, og gleði eg meg at arbeiða saman við honum, skrivar Arteta á Twitter.
Arteta hevur verið í Onglandi í mong ár, har hann umboðaði Everton, áðrenn hann kom til Arsenal at spæla.









