Manchester City hevði ikki stórvegis trupulleikar av Blackburn í kvøld og staðfesti oddasessin í Premier League
við einum 3-0 sigri. Mario Balotelli, Sergio Aguero og innskifti Edin Dzeko skoraðu mál fyri heimaliðið.
Óskilið í Blackburn heldur farm og í gjár seldi felagið ónøgda liðskiparan og miðverjan, Chris Samba. Blackburn hevur annars skorað í øllum útidystinum í Premier League hetta kappingarárið, men tað er í verjupartinum tað hevur bilað.
Blackburn vísti tó lítlan áhuga fyri at skora í kvøld og stóð langt afturi á vøllinum. Manchester City kom á odda um miðjan fyrr hálvleik, tá Mario Balotelli varð fyrstur á eitt flatt innlegg úr vinstru frá serbanum, Alexandar Kolarov. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Sergio Aguero, tá Paul Robinson í Blackburn málinum eftir horna sló bóltin fyri føturnar á svigarsoninum hjá Diego Maradona, sum gjørdi skjótt av og sparkaði bóltin í mál.
Stutt fyri tíð staðfesti Edin Dzeko sigurin og oddasessin hjá Manchester City við máli til 3-0. Aftur var tað eftir upplegg frá serbiska vinstra bakkinum, Alexandar Kolarov, sum sendi bóltin í høvdið á innskifta Edin Dzeko.
Manchester City er nú fimm stig framman fyri Manchester United, sum spælir í morgin móti Norwich á útivølli.
Fleiri dystir vóru fyrr í dag. Chelsea, sum hevði Frank Lampard á liðnum aftur, vann 3-0 á Bolton. David Luiz, Didier Drogba og Frank Lampard skorðu málini. Newcastle var á odda 2-0 móti Wolverhampton á heimavølli, men gestirnir kempaðu seg aftur í aftur og endaðu við at vinna sær annað stigið.
West Bromwich Albion, sum seinast vann 5-1 á Wolverhampton, vann heili 4-0 á Sunderland. Queens Park Rangers fekk fyri fimtu ferð í hesum kappingarárinum ein mann útvístan í dystinum móti Fulham. Banamenninir hjá NSÍ í Europa League útnyttaðu møguleikan og vunnu 1-0. Wigan og Aston Villa spældu málleysan javnleik.
Premeir League:
Manchester City Blackburn 3-0
Chelsea Bolton 3-0
Newcastle - Wolves
WBA Sunderland 4-0
Wigan Aston Villa 0-0
QPR Fulham 0-1
Í morgin:
Norwich Manchester United (13:00)
Arsenal Tottenham (13:30)
Stoke Swansea (15:00)